Snæbjørn Songtext
von Hamradun
Snæbjørn Songtext
Snæbjørn vaknar jóladag,
Nú vetur komin er.
Skal eg sita einsamallur her,
Kaldur og svangur í fjalsins lon,
Kaldur í fjallsins lon.
Fýra turrikløð tey komu
í millum meg og kong.
Skal eg bøta fyri mín kærleika
Og verða settur í bolt og jarn,
Settur í bolt og jarn.
Høgi harrin ið higar kom.
Hann fylla skuldi sítt trog.
Vildi meg at klintra í dúvurók
Og seta mítt lív í vandaferð,
Mítt lív í vandaferð.
Stevndur fyri oyggjating
Fyri hjartans gávu bleiv eg
Og dømdur eftir danalóg.
Men fútanum gav eg banasár
Teir friðleysan gjørdu meg.
Jagstraður maður í oynni var eg,
Men teir fáa meg ei,
í holum og rókum eg goyma meg vil.
Eg frælsur føddur føroyingur var,
Frælsur føroyingur var.
Tíðliga á morgni ein bátur horvin
Var í neystagrund.
Flýddur út av Skálamøl,
Farvæl mítt land, mítt fljóð, mítt barn,
Snæbjørn farin er
Farvæl mítt land, mítt fljóð, mítt barn,
Snæbjørn farin er
Nú vetur komin er.
Skal eg sita einsamallur her,
Kaldur og svangur í fjalsins lon,
Kaldur í fjallsins lon.
Fýra turrikløð tey komu
í millum meg og kong.
Skal eg bøta fyri mín kærleika
Og verða settur í bolt og jarn,
Settur í bolt og jarn.
Høgi harrin ið higar kom.
Hann fylla skuldi sítt trog.
Vildi meg at klintra í dúvurók
Og seta mítt lív í vandaferð,
Mítt lív í vandaferð.
Stevndur fyri oyggjating
Fyri hjartans gávu bleiv eg
Og dømdur eftir danalóg.
Men fútanum gav eg banasár
Teir friðleysan gjørdu meg.
Jagstraður maður í oynni var eg,
Men teir fáa meg ei,
í holum og rókum eg goyma meg vil.
Eg frælsur føddur føroyingur var,
Frælsur føroyingur var.
Tíðliga á morgni ein bátur horvin
Var í neystagrund.
Flýddur út av Skálamøl,
Farvæl mítt land, mítt fljóð, mítt barn,
Snæbjørn farin er
Farvæl mítt land, mítt fljóð, mítt barn,
Snæbjørn farin er
Writer(s): Traditional Lyrics powered by www.musixmatch.com