Í prinsippinum Songtext
von Orka
Í prinsippinum Songtext
Í prinsippinum
Er flogfarið ein fuglur við motori
Vegirnir
Hondtøk í jarðskorpuna
Stríða seg gjøgnum fannir av tiðnaðum orðum
Endaleysar akfarsrøðir
á veg til arbeiðis
Yvir í kioskina eftir sigarettum og bløðum
Ella við kós móti kirkjugarðinum.
Tað er sovorðin órógv yvir vøtnunum. Fagrar sjónir spyrja tíðina
Hvat er tað fyri blómur, sum anga millum sekundini
Hvar fara sekundini, tá tey fara?
Regnskjólini fúka við hvirlunum
Prika holur í himmalhúðina.
Ælabogin tvørtur um sundið
Ein brúgv av ljósi og litum
(Men eisini støddfrøðiligi frymilin
Undir kuplunum og akvaduktunum)
Er flogfarið ein fuglur við motori
Vegirnir
Hondtøk í jarðskorpuna
Stríða seg gjøgnum fannir av tiðnaðum orðum
Endaleysar akfarsrøðir
á veg til arbeiðis
Yvir í kioskina eftir sigarettum og bløðum
Ella við kós móti kirkjugarðinum.
Tað er sovorðin órógv yvir vøtnunum. Fagrar sjónir spyrja tíðina
Hvat er tað fyri blómur, sum anga millum sekundini
Hvar fara sekundini, tá tey fara?
Regnskjólini fúka við hvirlunum
Prika holur í himmalhúðina.
Ælabogin tvørtur um sundið
Ein brúgv av ljósi og litum
(Men eisini støddfrøðiligi frymilin
Undir kuplunum og akvaduktunum)
Writer(s): Jens Ladekarl Thomsen, Kari Sverrisson, Olavur Jakupsson, Joanes Nielsen, Jogvan Andreas A Brunni, Bogi A Lakjuni Lyrics powered by www.musixmatch.com